Rottuótti í Nólsoy

15.05.2021 - 12:45
Innlendis›Samfelag
Rottuótti í Nólsoy
-Tað er sera álvarsamt, um rotta er í Nólsoy. Tí gera vit alt fyri at útihýsa, at rotta kann nørast har, sigur Rannvá Arge.

-Tað er sera álvarsamt, um rotta er í Nólsoy. Og tí binda vit um heilan fingur og gera alt fyri at útihýsa, at rotta kann nørast í oynni. Tað sigur Rannvá Arge, sum starvast á Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar Kommunu.

Rottugift og fellur eru áveg út til Nólsoyar, eftir at ein rotta - ella møguliga ein mús - varð funnin umborð á Erlu Kongsdóttir í gjár.

Tilbúgvingin verður sett í gongd, hóast tað ongantíð varð staðfest, um tað var ein rotta ella ein mús. Djórið varð tveitt fyri borð, tá tað varð fangað. 

Rotta er ongantíð komin fyri seg í Nólsoy, og tann støðan skal varðveitast. Tí byrjar rotta at nørast í oynni, so vil tað vera til stóran ampa fyri náttúruna og djóralívið í oynni, sigur Rannvá Arge.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666