HF var fimast í FIMI

HF var fimast í FIMI
Havnar Fimleikafelag vann allar fýra all-around kappingarnar, tá FM í amboðsfimleiki var í FIMI í Havn um vikuskiftið
17.05.2021 - 18:01

Íðkarar úr Havnar Fimleikafelag vunnu all-around kappingarnar, tá FM í reiðskapsfimleiki var í FIMI leygardagin.

Rebekka Ingadóttir Rein vann hjá kvinnum og Sólja Fei Müller vann hjá kvinnuunglingum.

Hjá monnum vann Hjálmar Allansson Dalsgarð - hann var hin einasti, sum kappaðist í øllum greinunum - og hjá mansunglingunum endaði Teitur Karbech í Hjøllum á fyrsta plássi.

Úrslit samanlagt, kvinnur:
1. Rebekka Ingadóttir Rein (HF), 44.700
2. Kaspara Danielsen (HF), 44.200
3. Marý F. Petersen (Støkk), 43.400

Úrslit samanlagt, kvinnuunglingar:
1. Sólja Fei Müller (HF), 44.500
2. Sara Høj (Støkk), 43.850
3. Gunnvá Mørkøre (HF), 43.250

Úrslit samanlagt, menn:
1. Hjálmar Allansson Dalsgarð (HF), 65.150

Úrslit samanlagt, mansunglingar:
1. Teitur Karbech í Hjøllum (HF), 52.750
2. Bjarki í Jákupsstovu (Støkk), 49.600

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216834
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748