Níggju børn innløgd á Psykiatrisku deild

Níggju børn innløgd á Psykiatrisku deild
Nú Familjudepil kemur í Sjúkrahúsverkinum, kemur ein sálarfrøðingur aftrat í dagtilboðnum
Seinnu árini hevur psykiatriin sæð nógv børn, sum mangla umsorgan
 
19.05.2021 - 09:14

Til 7.mai í ár vóru níggju børn innløgd á Psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum. 

Hetta eru fleiri enn í fjør og í 2019. Í fjør vóru tey fýra og í 2019 vóru tey átta.

Børnini eru 13 til 17 ára gomul.

Hetta sæst í svari frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum spurdi um  barnapsykiatriska dagtilboðið.

Toymisleiðari setast

Landsstýrismaðurin svarar, at nú Familjudepilin kemur í Sjúkrahúsverkinum, kemur ein sálarfrøðiligur toymisleiðari afturat í dagtilboðnum.

Royndirnar hjá Sjúkrahúsverkinum eru, at dagtilboðið bæði kann brúkast til drúgvari daginnleggingar, men eisini til víðkaðar ambulantar sjúklingagongdir hjá eitt nú teimum, sum hava etingarólag.  

Seinnu árini hevur psykiatriin sæð nógv børn, sum mangla umsorgan.

Dageindin kom í oktober í 2019. 27 børn og ung hava verið til greiningar og viðgerð her.

Nú eru so nógvar ávísingar, at bíðitíðin er vorðin longri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392