Átaluvert at landsstýrismaður sáar iva

bannari
20.05.2021 - 12:20
Innlendis›Heilsa
Átaluvert at landsstýrismaður sáar iva
Tummas í Garði, læknastjóri og limur í koppsetingarbólkinum, ger viðmerkingar til útsagnirnar hjá Jenisi av Rana um koppseting fyri koronu
Tummas í Garði, læknastjóri og limur í koppsetingarbólkinum

Tað er ilt at vita, um tað fer at steðga tilgongdini at koppseta, at Jenis av Rana, landsstýrismaður, nú sáar iva um trygdina við koppseting. Men tað er átaluvert, at landsstýrismaðurin leggur fót fyri einum arbeiði, sum fleiri túsund fólk hava gjørt til tess at tryggja heilsu og vælferð hjá føroyingum.

Tað sigur Tummas í Garði, læknastjóri og limur í koppsetingarnevndini.

Koppsetingarnevndin fer ikki at hava kreppufund um útsagnirnar hjá landsstýrismanninum, men landsstýrið eigur at hava kreppufund um tað, sum Jenis av Rana hevur sagt, heldur Tummas í Garði.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961