Revsingin verður ásett í dag

Revsingin verður ásett í dag
Eitt samt nevningating hevur dømt ein 37 ára gamlan mann sekan í drápsroynd
Eitt nevningating hevur viðgjørt málið, og hevur dømt 37 ára gamla mannin sekan í øllum ákærum. Revsingin verður ásett í dag
 
21.05.2021 - 10:31

Í dag fer eitt nevningating at gera av, hvørja revsing 37 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroynd, skal hava.

Nevningatingið dømdi í gjár mannin sekan í drápsroynd og fyri at hava vápn og lóður ólógliga hjá sær. Nevningatingið var samt um avgerðina.

Maðurin segði undir rættarmálinum, at hann játtaði seg sekan í ákæruni um vápnini og lóðrið, men segði seg ikki minnast, hvat fór fram tann dagin, skottilburðurin var.

Talan er um ein skottilburð í Miðvági tann 9. desember í 2019.

Dupult drápsroynd

Maðurin varð ákærdur fyri dupulta drápsroynd, tí hann skeyt eftir løgreglufólki, sum vóru komin á staðið. 

Hann skeyt tríggjar ferðir eftir løgreglufólkunum, og seinasta skotið rakti ein løgreglumann. Løgreglumaðurin hugdi niður í tí løtu, skotið brast, og tí endaðu tey flestu høglini í hjálminum, sum hann var í.  Nøkur høgl raktu eisini hjálmin hjá løgreglumanninum, sum stóð aftanfyri.

Sakarmálið byrjaði mánadagin, og nógv vitni eru avhoyrd.

Talan er um nevningating, sum er vanligt, tá kravið um revsing er meira enn fýra ár.

At byrja við vóru átta fólk í nevningatinginum, tí tvey eykafólk verða altíð tilnevnd, um onkur fær forfall. Haraftrat vóru tríggir løgfrøðiligir dómarar.

Tá dómsviðgerðin var liðug um middagsleitið í gjár, fóru seks av nevningunum og løgfrøðiligu dómararnir undir at viðgera tað, sum var komið fram undir rættarmálinum.

Klokkan fimm í gjár var nevningatingið liðugt við viðgerðina, og løtu seinni varð avgerðin løgd fram í rættinum.

Nevningatingið var samt um at døma 37 ára gamla mannin sekan í øllum ákærunum.

Fær revsing í dag

Rættarfundur er aftur í dag, og tá fara nevningarnir og dómararnir at umrøða, hvørja revsing tann ákærdi skal fáa.

Drápsroynd kann geva millum fimm ára og lívlanga fongsulsrevsing.

Undir viðgerðini nevndu verji og ákæri eisini revsingar í øðrum málum, sum hava verið fimm, seks ella átta ár.

Nevningatingið fer at áseta revsingina í dag. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254