Partarnir bíða eftir hvør øðrum

Partarnir bíða eftir hvør øðrum
Arbeiðsgevararnir bíða eftir Pedagogfelagum, sum bíðar arbeiðsgevarunum. Og semingsstovnurin bíðar eftir báðum
Semingsstovnurin legði semingsuppskot fyri partarnar fríggjadagin. Arbeiðsgevararnir góðtóku semingsuppskotið, men pedagogarnir vrakaðu tað
 
25.05.2021 - 12:00

Lítið røkist fyri, at ein semja fæst í bræði millum stríðandi partarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum. 

Tí einki samband hevur verið millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Føroya Pedagogfelag, síðani fakfelagið fríggjadagin vrakaði semingsuppskotið.

Og partarnir eru heldur ikki samdir um, hvør eigur næsta leikin. 

Almennu arbeiðsgevararnir bíða eftir Føroya Pedagogfelag. Pedagogfelagið bíðar eftir almennu arbeiðsgevarunum. Og semingsstovnurin bíðar eftir báðum pørtum. 

Hetta er støðan fýra dagar eftir, at Pedagogfelagið fríggjadagin vrakaði semingsuppskotið, ið lá á borðinum.

Bólturin hjá pedagogunum

Á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum verður mett, at bólturin liggur hjá Føroya Pedagogfelag, tí Lønardeildin samtykti semingsuppskotið hjá Semingsstovninum. Tað sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini. 

Anita Fuglø, leiðari í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, vísir á, at so leingi einki nýtt er at samráðast um, so eru ongar samráðingar. Men um annar parturin hevur nakað nýtt at koma við, væntar hon, at samráðingarnar verða tiknar uppaftur. 

Vit vænta, at mótparturin kemur við einum betri útspæli, sum vísir á veruligar batar

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum

Men í fakfelagnum verður bíðað eftir almennu arbeiðsgevarunum. 

- Vit vænta, at mótparturin umhugsar støðuna og kemur við einum betri útspæli. Eitt útspæl, har víst verður á veruligar batar, sum tryggja økið í framtíðini, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. 

Viðvíkjandi møguleikanum fyri stríðsstigum vísir formaðurin á, at tað fer tíðin at vísa. 

Arbeiða ikki við nøkrum

Semingsstovnurin royndi í farnu viku at finna eina semju millum partarnar, men heldur ikki har verður arbeitt við nøkrum í løtuni.

Semingsstovnurin hevur troytt teir møguleikar, sum vóru fyri at finna eina semju. Tí ger stovnurin ikki meira, fyrr enn hann hevur fingið eina ábending um, at annar parturin er til reiðar at flyta seg, upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 11. desember
RagnarRokk 11.desember 2025
200094
Hósdag 11. desember
Kvørnin: Trý føroysk jólaløg
201384
Hósdag 11. desember
Nýtt ljóð
201382
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310