Fleiri tikin fyri rennistrongsvanlukku

Fleiri tikin fyri rennistrongsvanlukku
Eitthvørt varð gjørt við neyðbremsuna á einum rennistrongi, tá 14 fólk í Italia doyðu sunudagin, heldur løgreglan
Lyftan, sum datt niður sunnudagin í Stresa, har norðuri í Italia, er fjald. 14 fólk lótu lív, tá lyftan datt niður
Mynd: AP  
 
26.05.2021 - 09:11

Italska løgreglan sigur seg hava varhugan av, at eitthvørt varð gjørt við neyðbremsuna á einum rennistrongi, sum datt niður sunnudagin, og sum gjørdi av við 14 fólk.

Trý fólk eru tikin í málinum, upplýsir løgreglan, fyri tíðindastovuni, Ansa, sum Ritzau endurgevur.

Sambært ákæranum eru tey trý fólkini, verkfrøðingurin, stjórin og rakstrarstjórin skuldsett fyri óviljað manndráp, tí kanningar hava víst, at eitthvørt varð gjørt við trygdarbremsurnar, fyri at sleppa undan seinkingum.

Vanlukkan hendi, tá ein kaðal slitnaði og lyftin datt niður í dalin. Bara ein fimm ára gamal drongur úr Ísrael kom frá hendingini á lívi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358