Vil hava greiði á radaramálinum í samgonguni

26.05.2021 - 13:26
Innlendis›Politikkur
Vil hava greiði á radaramálinum í samgonguni
Landsstýrið hevur viðgjørt støðuna, eftir at tveir landsstýrismenn hava gingið egnar leiðir í koronumálinum og í spurninginum um radaran á Sornfelli
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vil hava greitt at vita frá samgonguflokkunum, hvar teir halda ætlanina at seta radara upp á Sornfelli.

- Ein avkláring má til. Vilja vit hava radaran og vera partur av vesturheiminum í sambandi við radaran, spyr løgmaður.

Landsstýrið hevði fyrrapartin fund um støðuna, sum er komin í, eftir at Jacob Vestergaard alment hevur ført egin sjónarmið fram í radaramálinum.

Jenis av Rana, landsstyrismaður, hevur eisini sagt, at hann ætlar ikki at lata seg koppseta fyri koronu, ikki fyribils ið hvussu er.

Løgmaður sigur, at tað hevur stóran týdning, at Føroyar draga eina línu í koronumálinum. Hann fær ikki sagt, um útsagnirnar hjá Jacobi Vestergaard og Jenisi av Rana fáa nakrar avleiðingar.

Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, í útvarpstiðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011