Hava nú samrøður við umsøkjarar

Hava nú samrøður við umsøkjarar
Ætlanin er at seta nýggja kommunustjóran í Klaksvík á býráðsfundinum, sum verður um fýra vikur
Málið um nýggja kommunustjóran í Klaksvík kemur fyri býráðið 24. juni
 
28.05.2021 - 11:20

Tilgongdin at seta nýggjan kommunustjóra í Klaksvíkar kommunu heldur fram.

Í løtuni hevur kommunan samrøður við fólk, ið hava søkt starvið, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Málið um nýggja kommunustjóran í Klaksvík skal fyri á næsta býráðsfundinum, sum verður 24. juni, og tá verður avgjørt, hvør verður settur í starvið.

Hevur drigið út

Tað hevur annars drigið út, at seta nýggjan kommunustjóra í Klaksvík.

Fyrst í mars søkti kommunan eftir kommunustjóra, men tá valdi kommunan at endurlýsa starvið, tá átta umsóknir komu til starvið.

Tá seinna umsóknarfreistin var úti mánadagin 3. mai, fekk Klaksvíkar kommuna 20 umsóknir til starvið. Og tað eru tær samrøðurnar, sum í løtuni verða hildnar undan næsta býráðsfundinum, sum verður um fýra vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334