Arbeiðsgevararnir halda seg til semingsuppskotið

Arbeiðsgevararnir halda seg til semingsuppskotið
Uppskotið hjá Pedagogfelagnum byggir í stóran mun á upprunakrørvini hjá felagnum, siga Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið
Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava í dag svarað uppskotinum frá Pedagogfelagnum
 
31.05.2021 - 15:54

Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið taka ikki ikki undir uppskotinum frá Pedagogfelagnum um semju, men arbeiðsgevararnir halda seg uppskotið hjá Semingsstovninum.

Tað siga Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, sum hava svarað Pedagogfelagnum.

Arbeiðsgevararnir góðtóku uppskotið hjá Semingsstovninum, men Pedagogfelagið vrakaði tað.

Fíggjarmálráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið halda, at uppskotið hjá Pedagogfelagnum byggir í stóran mun á upprunakrøvini hjá felagnum, og leggur soleiðis upp til, at partarnir fara at samráðast heilt av nýggjum.

- Tað meta vit ikki gevur meining, tá hugsað verður um, at nógvir samráðingarfundir og drúgv seming hava verið millum partarnar, siga Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið í svarinum til Pedagogfelagið.

Anita Fuglø, leiðari í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, sigur við útvarpið, at sum er taka arbeiðsgevararnir ongi stig í sáttmálatrætuni.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928