Styrkja palliativa økið í sjúkrahúsverkinum

Styrkja palliativa økið í sjúkrahúsverkinum
Arbeitt verður við nýggjari krabbameinsætlan, sum millum annað umfatar palliativa hjálp
600.000 kr. eru settar av í ár at styrkja palliativa økið við einum sjúkrarøktarfrøðingi aftrat
 
01.06.2021 - 08:46

Í ár eru settar av 600.000 kr. til at styrkja palliativa økið í sjúkrahúsverkinum, so tað fær ein sjúkrarøktarfrøðing afturat. 

Annars verður arbeitt við nýggjari krabbameinsætlan, sum millum annað umfatar palliativa hjálp.

Eftir ætlan verður krabbameinsætlanin liðug í september. 

Men um komið verður á mál við tilmælunum um pallitatión næsta ár sum ætlað, er ringt at siga nú.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um palliatión.

Álit um palliatión

Í november 2019 fekk landsstýrið eitt álit um palliatión.

Sambært tí skuldu tilmælini fremjast í fjør, í ár og næsta ár. Í 2023 skal ein eftirmeting gerast.

Kostnaðurin er 29,5 mió. kr. 

Palliativ viðgerð er linnandi, men ikki lekjandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533