Nevningatingið farið at viðgera drápsmál

01.06.2021 - 13:23
Innlendis›112
Nevningatingið farið at viðgera drápsmál
Viðgerðin fer at taka 14 dagar, og ákæruvaldið ætlar at avhoyra ið hvussu er 60 vitni
14 dagar eru settir av at viðgera drápsmálið í nevningatinginum

Í morgun byrjaði nevningatingið í drápsmálinum móti einum 26 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri dráp.

Sambært ákæruritinum, er maðurin ákærdur fyri um náttina 20. november 2012 at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen, við á ógreiðan hátt at hava tveitt ella skumpað hana á sjógv, fyri síðani at vera farin frá henni, so at hon druknaði.

Ákæruvaldið hevur lagt málið fram fyrrapartin. Michael Boolsen, fúti, sum er ákæri, sigur, at ætlanin er at avhoyra ið hvussu er 60 vitni.

14 dagar eru settir av at viðgera málið í nevningatinginum. 

Hoyr Hall av Rana greiða frá úr rættinum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928