Stendur framvegis í botni

Stendur framvegis í botni
Skrivligt samskifti hevur verið millum Pedagogfelagið og KAF, sum tó einki hevur frætt aftur frá pedagogunum
Í gjár var arbeiðssteðgur á vøggustovunum, og í dag eru pedagogar í verkfalli á vardum verkstøðum undir Almannaverkinum
 
04.06.2021 - 13:33

Einki røkist fyri eini loysn í sáttmálatrætuni millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar. 

Anita Fuglø, samráðingarleiðari hjá kommunalu arbeiðsgevarunum, sigur í stuttari viðmerking, at partarnir hava havt skrivligt samskifti, men at tey hava einki frætt frá Pedagogfelagnum, síðani arbeiðssteðgurin byrjaði í gjár. 

Arbeiðssteðgur var lýstur fyri allar limir í Pedagogfelagnum í gjár á øllum vøggustovunum í 24 tímar, og í dag rakar arbeiðssteðgurin vard verkstøð undir Almannaverkinum í 24 tímar, til í morgin ári klokkan sjey.

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, vil ikki siga, um fleiri arbeiðssteðgir verða lýstir í næstu viku. 

Felagið arbeiðir ikki við nýggjum uppskoti um semju, sigur Jógvan Philbrow.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423