Føroyar vunnu og undankappingin bíðar

Føroyar vunnu og undankappingin bíðar
Føroyar vunnu við fýra málum móti Ísrael og við sigrinum hevur landsliðið við kvinnum spælt seg til undankappingina, har tær skulu hitta Danmark
Fegnir føroyskir spælarar eftir at plássið í undankappingini var tryggjað
 
06.06.2021 - 18:04

Við 29-25 sigri á Ísrael í høllini á Hálsi tryggjaðu Føroyar sær fyrsta plássið í innleiðandi undankappingini og pláss í undankappingini til EM 2022, har millum annað Danmark verður mótstøðulið.

Føroysku kvinnurnar vóru betri, men sigurin kom ikki av sær sjálvum. Í tveimum løtum - ein upp á átta minutttir í fyrra hálvleiki og ein uppá seks minuttir í seinna hálvleiki - skutu Føroyar einki mál, men tá til stykkis kom, høvdu tær hvítu gjørt nóg mikið móti einum treiskum ísraelskum liði.

Føroysku kvinnurnar fingu eina flúgvandi byrjan. Annika Fríðheim Petersen, sum byrjaði í føroyska málinum, bjargaði fyrsta skotinum frá útiliðnum, og so gekk skjótt hinvegin.

Turið Arge Samuelsen og Lív Poulsen skoraðu av hvør sínum veingi og skjótt var 7-2.

 - Vit høvdu eina ætlan um, at koma betur frá byrjan enn seinasta dyst, men onkursvegna megna vit ikki at halda tað stigið, segði Turið Arge Samuelsen, sum skeyt trý tey fyrstu føroysku málini.

Striltið var at varðveita stóru leiðsluna, og Ísrael spældi seg inn aftur í dystin. Útiliðið kom óneyðuga nær, tá Føroyar ikki skoraðu í átta minuttir, men so bragdaði aftur, og Bjarta Johansen skeyt síðsta málið í fyrra hálvleiki til 15-11.

Nýggjur hálvleikur - sama søgan

Sama mynstur endurtók seg í seinna hálvleiki. Føroyar struku avstað, og leiðslan vaks upp í sjey mál, 22-15, áðrenn alt aftur steðgaði upp hjá heimaliðnum. Seks ísraelsk mál seinni var bert eitt mál á muni.

 - Eg kendi ongantíð, at tað var vandi á ferð, segði Lív Poulsen kortini, sum var eyðsýnd fyrstu løtuna í báðum hálvleikunum. 

Bjarta Johansen tók broddin av tí ringasta føroyska fjáltrinum, tá hon økti til 23-21, og eftir tað var aftur tamarhald á støðuni.

Bára K. Hansen var ósvikaliga trygg frá blettinum - hon skoraði fimm av fimm brotskøstum - og hon skeyt eisini seinasta føroyska málið í dystinum, áðrenn spælararnir kundu fegnast um plássið í undankappingini, har millum annað Danmark bíðar.

 - Tað er fantastiskt, segði Turið Arge Samuelsen. 

 - Gularótin, sum fylgir við at spæla seg víðari, er, at tú sleppur at spæla móti øllum hesum stjørnunum. Vit eru altíð 'underdog' og kunnu bara yvirraska, og tað verður ein risa uppliving.

Ein risa uppliving og ein stór uppgáva bíðar føroysku kvinnunum. 

Føroyar-Ísrael, 29-25 (17-12)

Toppskjúttar: 
Bára K. Hansen, 6 mál
Turið Arge Samuelsen, 5 mál
Marianna G. Eystberg, 4 mál
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, 4 mál 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf kvinnur
211090
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 14-16
211086
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir
211084
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf menn
211085
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069