- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil ikki vita av donsku verjuætlanini í Arktis

Treytin er, at Grønland tekur undir við avtaluni.
Tað sigur Trine Bramsen, verjumálaráðharri, við grønlendska kringvarpið KNR.
Ætlanin hjá donsku stjórnini at økja um eftirlitsorkuna og verjuna í Arktis hevur fingið eitt skot fyri bógvin, tí Pele Broberg, landstýrismaður í uttanríkismálum í Grønlandi, sigur, at hann vil ikki vita av donsku ætlanini.
Sambært ætlanini hevur danska stjórnin millum annað sett pening av til lofteftirlitsdronur í Grønlandi og nýggja verjuútbúgving í Grønlandi.
Grønlendskir politikarar ikki spurdir
Men Pele Broberg sigur, at avtalan um arktiska kapasitetspakkan er gjørd, uttan at grønlendskir politikarar vórðu spurdir.
Trine Bramsen leggur dent á í skrivligum svari til KNR, at treytin fyri, at avtalan um arktiska kapasitetspakkan verður framd í verki er undirtøka í Grønlandi og ikki bara í Grønlandi, men eisini í Føroyum.
390 mió. kr. eru settar av til nýggjan lofteftirlitsradara á Sornfelli.
Hervaldið takast av
Pele Broberg sigur, at Grønland hevur eina greiða ætlan um at taka av hervald, og er tí hvørki áhugað í donskum dronum, verjuútbúgvingum ella, at danski herurin er í Grønlandi.
Pele Broberg vil heldur, at grønlendingar skulu útbúgvast til at manna eina sivila vaktar- og bjargingartænastu.
Hon skal hava íslendsku vaktar- og bjargingartænastuna sum fyrimynd.

























