Rakt av verkbanni, men biðin at arbeiða aðrastaðni

08.06.2021 - 15:59
Innlendis›Samfelag
Rakt av verkbanni, men biðin at arbeiða aðrastaðni
Boð eru eftir pedagogum, bæði í Almannaverkinum og størvum, sum kommunurnar varða av
Jógvan Philbrow er formaður í Føroya Pedagogfelag

Limir í Pedagogfelagnum, sum vegna verkbann ikki sleppa til arbeiðis á skúlaøkinum, verða nú bidnir til arbeiðis aðrastaðni hjá tí almenna.

Boð eru eftir pedagogum, bæði í Almannaverkinum ogstørvum, sum kommunurnar varða av.

Eftir 24 tíma verkfall hjá Pedagogfelagnum í gjár, eru allir námsfrøðingar í fólkaskúlunum, forskúlum, frískúlum og skúlanum á Trøðni í dag sendir í verkbann av Fíggjarmálaráðnum.

Og sambært Pedagogfelagnum eru nú boð eftir teimum at koma til arbeiðis, bæði á bústovnum og dagstovnum kring landið.

Einki samband er millum partarnar í sáttmálatrætuni millum Pedagogfelagið øðrumegin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hinumegin.

Hoyr Jógvan Philbrow, formann í Pedagogfelagnum, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423