Mowi keypt fóðurflaka til Sandsvág

Mowi keypt fóðurflaka til Sandsvág
Eftir ætlan verður flakin lagdur úr á aliøkið seinni í hesum mánaðinum
Árnaberg tekur 700 tons av laksafóðri og fimm tons av fóðri til rognkelsi
 
09.06.2021 - 14:26

MOWI hevur keypt fóðurflaka til at brúka til alingina á Sandsvág. Hann kom til landið fyri góðari viku síðani. 

Tað er JT Electric á Kambsdali, sum hevur gjørt flakan og ment tøknina umborð. 

Fóðurflakin, sum hevur fingið navnið Árnaberg, tekur 700 tons av fóðri til laks og fimm tons av fóðri til rognkelsi. Flakin er útgjørdur við framkomnari sjálvvirkandi fóðurskipan. Allar skipanir umborð eru fjarstýrdar, og tí er ikki neyðugt at hava fólk á sjálvum flakanum.

Ein kaðal til landsstreym verður lagdur út til flakan, so øll streymveiting kemur úr landi. Tí verður einki olju- og ljóðútlát frá motorum umborð. 

Í løtuni liggur fóðurflakin við bryggju í Vestmanna. Eftir ætlan verður hann lagdur út á aliøkið seinni í hesum mánaðinum. 

Frá vintsru: Árni Hoydal Thomassen, tekniskur leiðari, Hans Jákup Mikkelsen, stjóri, og Jógvan Egholm, aliformaður í Sandsvág

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327