Ferðavinnufyritøkur kunnu nú søkja um hjálp

Ferðavinnufyritøkur kunnu nú søkja um hjálp
Kunngerðin um hjálparpakka 4 er lýst
Nú kunnu ferðavinnufyritøkur søkja úr hjálparpakka 4
 
09.06.2021 - 16:25

Nú kunnu ferðavinnufyritøkur søkja úr hjálparpakka 4.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur í dag lýst kunngerðina, sum ger tað møguligt hjá fyritøkum í ferðavinnuni at søkja um stuðul úr hjálparpakkanum.

Sambært lógini kann ein fyritøka, har afturgongdin í umsetninginum hevur verið í minsta lagi 40 prosent, fáa stuðul úr hjálparpakkanum.

Hevur afturgongdin verið millum 40 og 60 prosent, er stuðulin helvtin av føstu útreiðslunum, og hevur afturgongdin verið millum 60 og 100 prosent, er stuðulin 75 prosent av føstu útreiðslunum.

27.000 kr. fyri hvørt starvsfólk

Sambært kunngerðini, sum nú er lýst, kann stuðulin til lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk í mesta lagi vera fyri 10 starvsfólk við fullum starvsbrøki í hvørjari fyritøku, og í mesta lagi 27.000 kr. fyri hvørt starvsfólkið um mánaðin.

Fyritøkan, sum fær stuðul, skal grundgeva fyri, at starvsfólkini, sum stuðulin verður latin fyri, eru neyðug fyri virksemið hjá fyritøkuni.

Freistin at søkja um stuðul úr hjálparpakka 4 er 1. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751