Rúsevnismálið tikið til dóms

Rúsevnismálið tikið til dóms
Ákæruvaldið krevur í minsta lagi fýra ára fongsulsrevsing. Verjarnir halda, at minst tveir av teimum ákærdu eiga at verða fríkendir
Í dag er steðgur í viðgerðini í rættinum, men málið verður tikið uppaftur í morgin
 
15.06.2021 - 08:48

Rættarmálið í stóra hassj-málinum er nú tikið til dóms í Føroya rætti.

Tríggir menn, ein føroyingur og tveir danir, eru ákærdir í málinum.

Málið byrjaði í fjørheyst, men varð útsett hálvan november í fjør fyri sjúku.

Talan er um nevningating, - tað seinasta eftir gomlu rættargangslógini, sum fór úr gildi á nýggjárinum. Men av tí at nevningatingið byrjaði fyri ta tíð, so heldur tað fram eftir sama leisti.

Tí eru 12 nevningar, umframt tveir eykanevningar, so 14 fólk hava fylgt rættarmálinum.

Minst fýra ára fongsul

Málið byrjaði aftur hósdagin í farnu viku, og leygardagin byrjaði dómsviðgerðin, tá ákærin legði síni sjónarmið fram.

Ákærin krevur minst fýra ára fongsulsrevsing, og tí er neyðugt við nevningatingi.

Menninir hava hvør sín verja, og teir løgdu síni sjónarmið fram fyrrapartin í gjár. Eftir døgurða svaraðu teir so upp á tað, sum ákæri og verjar søgdu.

Veik prógv

Verjarnir søgdu, at talan er um somikið veik prógv hjá ákæruvaldinum, at minst tveir av teimum ákærdu eiga at verða fríkendir.

Í dag er steðgur í viðgerðini, men í morgin verður sakarmálið tikið upp aftur.

Tá verða nevningarnir fyrst kunnaðir um tað, sum teir skulu gera og leggja dent á, og síðani fara teir saman við dómaranum at tosa um, um teir tríggir menninir eru sekir, og hvussu hørð revsingin skal vera.

12,7 kilo av hassji

Menninir eru ákærdir fyri at hava roynt at innflyta nógv rúsevni til Føroya. 

Í eina førinum er talan um 12,7 kilo av hashi og í hinum førinum er talan um næstan eitt kilo av amfetamini.

Tveir av teimum ákærdu nokta seg sekar. Tann triði játtar at hava roynt at smugla amfetaminið til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961