Toppurin á siloini koppaði

Toppurin á siloini koppaði
Einki fólk fekk skaða, men nakað av materiellum skaða er
Toppurin á sementsiloini hjá Articon á Sundi koppaði
Mynd: Sveinur Tróndarson, Dimmalætting  
 
15.06.2021 - 14:52

Fyrr í dag koppaði toppurin á eini sementsilo á havnarlagnum á Sundi. 

Tað er fyritøkan Articon, sum eigur siloina.

Arbeiðsfólk vóru í ferð við at seta ein topp á sementsiloina, men eitt óhapp gjørdi, at toppurin koppaði.

Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, sigur í stuttari viðmerking, at tað er ikki greitt, hví óhappið hendi.

Einki fólk hevur fingið skaða, men nakað av materiellum skaða er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775