Áralangar áheitanir men eingin handling

Áralangar áheitanir men eingin handling
MEGD hevur í áravís heitt á mynduleikarnir um at tryggja, at tey, ið bera brek, ikki koma illa fyri av verkføllum 
15.06.2021 - 19:47

Tað er óvirðiligt at fólk, sum bera brek, verða brúkt, sum jarnbrot í sáttmálatrætum. Tað heldur forkvinnan í MEGD, sum mælir til breiða politiska semju,sum tryggjar brekøkið undir verkføllum.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, ætlar nú at lóggeva Almannaverkinum rætt til undantøk frá verkfallinum.
Andstøðan er harðliga ímóti at draga verkfallið hjá Pedagogfelagnum inn í løgtingið. Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn vilja ikki víkja frá tíðarfreistunum, og flokkarnir fara eisini at atkvøða ímóti lógaruppskotinum. 
Lógaruppskotið hjá Helga Abrahamsen verður lagt fyri tingið í morgin. Fyrsta viðgerð verður fríggjadagin, og onnur og triðja viðgerð verða ikki fyrr enn síðst í næstu viku. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444