Vænta avgerð í rúsevnismálinum dag

Vænta avgerð í rúsevnismálinum dag
Nevningarnir umrøða í løtuni skuldarspurningin móti teimum trimum, sum eru ákærdir
Væntandi koma nevningarnir til eina niðurstøðu seinni í dag
 
16.06.2021 - 13:15

Í løtuni sita teir 12 nevningarnir í stóra hassjmálinum og umrøða skuldarspurningin ímóti teimum trimum monnunum, sum eru ákærdir í málinum.

Teir eru ákærdir fyri at royna at smugla 12,7 kilo av hassji og næstan eitt kilo av amfetamini til Føroya. Í báðum førum miseydnaðist at fáa rúsevnið til Føroya, tí tollvaldið í Íslandi fann hassjið, og tollarar í Føroyum funnu amfetaminið.

Ákæruvaldið krevur í minsta lagi fýra ára fongsulsrevsing, og tí skal eitt nevningating taka avgerð í málinum.

Undir dómsviðgerðini í gjár nevndu verjarnir, at prógvini eru so mikið veik, at tveir av teimum ákærdu eiga at verða fríkendir.

Byrjaði í november

Rættarmálið byrjaði í november í fjør, men varð útsett av sjúku.

Í farnu viku var nevningatingið tikið upp aftur, og eftir avhoyringar og dómsviðgerð, varð málið tikið upp til dóms í gjár.

Í morgun kunnaði rættarformaðurin nevningarnar um sína uppgávu.

Tað eru nevningarnir sum einsamallir skulu taka støðu til skuldarspurningin, men hava teir tørv á hjálp, fáa teir tað frá rættarformanninum.

Rættarformaðurin kunnaði nevningarnar um teirra arbeiði, og hann legði dent á, at nevningarnir bert skulu halda seg til tað, sum er komið fram í rættinum, og ikki taka tað við, sum tey hava lisið ella hoyrt.

Vigar helvt um helvt

Tá skuldarspurningurin er avgreiddur, skal revsingin ásetast.

Tá verða tað rættarformaðurin og nevningarnir í felag, sum avgera tann spurningin. Teirra avgerð vigar helvt um helvt,

Tað er komið fram undir rættarmálinum, at ríkisadvokaturin sigur, at alt, sum er meir enn 10 gramm av rúsevnum, verður mett sum ætlað til sølu. Tað legði rættarformaðurin eisini dent á í morgun.

17 høvuðsspurningar

Tað eru 17 høvuðsspurningar, sum nevningarnir skulu taka støðu til. Haraftrat hoyra aðrir spurningar sum nevningarnir eisini skulu taka støðu til, alt eftir hvussu teir svara høvuðsspurninginum.

Tilfarið sum nevningarnir skulu umrøða er rúgvismikið, tí talan er um eitt stórt rættarmál, sum hevur vart leingi.

Nær ein avgerð fellur, er ikki greitt, men tað verður helst einaferð í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477