Býráðið í Oslo hevur lagt frá sær

16.06.2021 - 17:10
Útheimurin
Býráðið í Oslo hevur lagt frá sær
Málið snýr seg um vatnveitingina í norska høvuðsstaðnum, sum bert hevur eina vatngoymslu
Alt býráðið í Oslo hevur lagt frá sær
Mynd: NRK  

Býráðið í Oslo hevur lagt frá sær - alt, sum tað er - í kjalarvørinum av misálitisváttan á Lan Marie Nguyen Berg, borgarstjóra fyri umhvørvi og ferðslu.

Málið snýr seg um vatnveitingina í norska høvuðsstaðnum, sum bert hevur eina vatngoymslu.

Norskir myndugleikar og ES hava kravt, at Oslo skal hava eina vatngoymslu aftrat, og býráðið hevur í longri tíð arbeitt við nýggjari goymslu. Hetta er størsta einstaka verkætlan í søguni hjá Oslo kommunu.

Fyrst skuldi verkætlanin kosta 12 milliardir norskar krónur, men í vár boðaði býráðið frá, at endaligi prísurin er 17 milliardir krónur. Og tað fall ikki í góða jørð hjá andstøðuni, og als ikki, nú stórtingsval stundar til í Noregi.

Hoyr Jógvan Hugo Gardar, tíðindamann, sum býr í Oslo, greiða frá.
 

Misálit varð reist á borgarstjóran fyri umhvørvi og ferðslu, Lan Marie N. Berg, og avleiðingin er, at alt býráðið í Oslo hevur lagt frá sær.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Hósdag 16. mai
RagnarRokk 16.mai 2024
174157
Nýggjastu sendingar í SV