Ákæruvaldið krevur hálvt sætta ára fongsul

Ákæruvaldið krevur hálvt sætta ára fongsul
Nevningatingið í stóra rúsevnismálinum fer nú at taka støðu til revsingina
Í rættinum í morgun upplýsti ákæruvaldið, at virðið á smuglaða hashinum var um 3,1 millión krónur, og virðið á amfetamininum var um eina millión krónur
 
17.06.2021 - 10:59

Ákæruvaldið krevur hálvt sætta ára fongslusrevsing til mannin, sum í gjár varð funnin sekur í at hava roynt at smuglað eitt kilo av amfetamini til landið. 

Av hesum er eitt ár fyri at hava roynt at selja rúsevni í Danmark, meðan restin er fyri miseydnaðu royndina at smugla til Føroya. 

Tað boðaði ákæruvaldið frá í rættinum í morgun, har nevningatingið skal taka støðu til revsingina. 

Hin seki í málinum royndi at smugla 12,7 kilo av hashi til Føroya úr Íslandi, og fyri tað krevur ákæruvaldið hálvt triðja ára fongsulsrevsing. 

Munurin verður gjørdur á kravinum, tí amfetamin er munandi vandamiklari rúsevni enn hash. 

Í rættinum í morgun upplýsti ákæruvaldið, at virðið á smuglaða hashinum var um 3,1 millión krónur, og virðið á amfetamininum var um eina millión krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598