87 prosent av føroyingum siga ja til koppseting

87 prosent av føroyingum siga ja til koppseting
Næstan øll taka undir við átøkunum, sum føroyskir myndugleikar hava framt í royndunum at basa koronu-farsóttini. Og næstan øll siga ja takk til koppseting, vísir kanning
Føroyingar hava álit á heilsumyndugleikunum, tá tað kemur til koppseting fyri koronu, vísir kanning
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / savnsmynd  
 
28.06.2021 - 15:58

Allarflestu føroyingar eru væl nøgdir við háttin, ið føroyskir myndugleikar hava handfarið koronu-farsóttina. Og tey allarflestu taka eisini undir við tiltøkunum, sum føroyskir myndugleikar hava sett í verk ímóti koronu.

Hetta vísir ein nýggj kanning, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur gjørt í mai og juni í ár. 

Umleið 1000 fólk hava luttikið í kanningini, sum er fíggjað av Granskingarráðnum, og hvørs endamál er at kanna álit á vísindaligar myndugleikar og hugburð til ymiskar samfelagsligar og vísindaligar spurningar (t.d. koronu, veðurlagsbroytingar, umhvørvisvernd, stovnsrøkt og veiðutrýst).

Greiningarfyritøkan Lóður hevur stjórnað kanningini, og Heini í Skorini, adjunktur og útbúgvingarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur ábyrgdina av verkætlanini.

 

Stórt álit samanborið við onnur lond

Samanborið við onnur lond er álitið stórt á myndugleikarnar í Føroyum. Næstan øll siga ja takk til koppseting.

Men umleið fimtihvør ber ótta fyri langtíðarárinum av koppsetingini.

Higartil hevur umleið helvtin av fólkatalinum (umleið 26.000 fólk) fingið fyrra prikið, og ein triðingur (umleið 18.000 fólk) hevur fingið seinna prikið. Í almenna rúminum hevur kjak verið um koppsetingina.

Men sambært hesi kanningini siga næstan øll (87 prosent), at tey antin eru koppsett ella ætla at lata seg koppseta.

 

 

>>ØLL KANNINGIN KANN LESAST HER

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498