Delta ger um seg í Ísrael

Delta ger um seg í Ísrael
100 til 200 fólk verða smittað í Ísrael um dag av Delta-frábrigdinum av koronavirusinum, sum gera um seg
Delta ger so mikið nógv um seg í Ísrael, at landið umhugsar at senda avmarkingar í gildið aftur
Mynd: savnsmynd  
 
29.06.2021 - 10:30

Ísrael er nú rakt av Delta-frábrigdinum av koronavirusinum.

Enn eru smittutølini tó lág, millum 100 og 200 tilburðir um dagin.

Tað skrivar danska TV2.

 

Ísrael frammalag í koppseting

Ísrael er samstundis eitt av londunum, sum eru komin longst við at koppseta íbúgvarnar.

Fleiri enn 60% av íbúgvunum hava fingið bæði prikini av koronavaksinuni frá Pfizer/BionTech, men hóast tað, so siga myndugleikarnir í Ísrael, at sløk helvtin av teimum nýggju smittutilburðunum við deltafrábrigdinum eru millum fólk, sum eru liðugt koppsett. 

 

Delta smittar eisini koppsett

Delta-frábrigdið smittar eisini millum tey liðugtkoppsettu, men tey gerast munandi minni sjúk.

Eitt talsfólk hjá Pfizer sigur við israelska blaðið Haaretz, at koppsetingin hjálpir í 90 prosent av førunum ímóti sjúkueyðkennum, og 95 prosent av førunum ímóti sjúkueyðkennum, sum krevja sjúkrahúsviðgerð.

 

Umhugsa tiltøk

Koronuavmarkingarnar í Ísrael vóru í stóran mun sleptar fyrr í ár, men gongdin nú hevur við sær, at stjórnin endurumhugsar ymisk átøk, millum annað at krevja av øllum at vera í masku.

Nýggi forsætisráðharrin í Ísrael, Naftali Bennett, sigur við miðilin Times of Israel, at smittutalið í løtuni økist spakuliga, men talið av fólkum sum vera innløgd ikki veksir.

Hann heitir eisini á ung fólk um at lata seg koppseta og at brúka masku, so at stjórnin sleppir undan at seta fleiri avmarkingar í gildið aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444