Tveir smittutilburðir av ókendari smittukeldu

Tveir smittutilburðir av ókendari smittukeldu
Tríggir nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár, og í tveimum førum veit mann ikki, hvør smittukeldan er
 
29.06.2021 - 12:21

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, og í tveimum førum ber í løtuni ikki til at vita, hvør smittukeldan er, meðan tann triði smittaði er partur av kendari smittuketu.

Tað skrivar heimasíðan korona.fo.

1.118 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. 

Í løtuni eru 13 persónar smittaðir við koronu.

 

Yvir helvtin fingið fyrra prikið

779 vórðu koppsett í gjár.

628 fingu fyrra koppsetingina, og 151 fólk fingu tað seinnu.

Nú hava 28.060 fólk fingið fyrra prikið, tað svarar til 52,6% av fólkunum í Føroyum, meðan 18.814 fólk hava fingið seinna prikið - tað eru 35,2% av fólkunum og tey eru tíksil liðugt koppsett.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659