Trúvirðið hjá vitnunum fylti nógv í nevningatinginum

Trúvirðið hjá vitnunum fylti nógv í nevningatinginum
Hvat segði tann ákærdi við hini í varðhaldinum í Mjørkadali, tá ið hann sat í varðhaldi har? Tað var høvuðsspurningurin í nevningatinginum í dag
Trúvirðið hjá vitnunum fylti nógv í nevningatinginum í Føroya rætti í dag
Mynd: Janus Guttesen, tekning  
 
29.06.2021 - 23:35

Seinnapartin var eitt vitni avhoyrt, sum verjin hjá ákærda, hon eitur Karina Skou, hevði roynt at fingið strikað av vitnislistanum. 

Hetta, tí at viðkomandi maður hevði fingið avhoyringar-frágreiðingina til góðkenningar stutt undan rættarfundinum, og tað er brot á galdandi siðvenju á økinum, sigur verjin. 

"Vitni skulu ikki hava møguleikan at fyrireika vitnisfrágreiðingarnar á hendan hátt," segði Karina Skou.

"Eitt óheppið mistak," viðgekk Michael Boolsen, ákæri, ið fekk viðhald frá dómarunum. Og vitnið varð ikki strikað.

Sitið í varðhaldi saman

Talan er um ein mann, sum hevur sitið í varðhaldi saman við ákærda í Mjørkadali, og har tosaðu teir nógv saman fyrstu tíðina

Men illstøða teirra millum steðgaði samskiftinum. 

Maðurin greiddi frá, at ákærdi eitt tíðarskeið tosaði  av og á um kvøldið, tá Maria Fuglø Christiansen doyði. 

Fyrst hevði hann sagt, at hann var tann síðsti, ið sá hana, áðrenn hon doyði.

"Nakrar dagar seinni segði hann, at hann helt henni niðri, meðan hon lá í sjónum," greiddi maðurin frá.

Hann fataði tað soleiðis, at ákærdi hevði váttað, at hann drap fyrrverandi unnustu sína.

Brúkti møguleikan ikki at svara

Nógv varð gjørt burturúr trúvirðinum hjá hesum vitninum, tí tvær frágreiðingar eru frá saman manni um, hvussu nógv ákærdi skal hava sagt í varðhaldinum.

Í 2019, tá vitnið gav frágreiðing í rættinum, segði hann, at ákærdi hevði verið á kaiini, men at hann ikki hevði sagt meira um hetta kvøldið. 

Ein frásøgn, sum er grundleggjandi øðrvísi frá frágreiðingini hjá honum í dag.

Dómarin nýtti her høvið at minna hann á, at vitnir ikki hava skyldu at svara spurningum, ið seta teir í eina støðu, har tey kunnu revsast. Og tann møguleikan brúkti vitni eisini, tá verjin spurdi um tað var rætt, at hann tá hevði sagt, at tann ákærdi ikki hevði sagt meira um hetta kvøldið. Maðurin sýtti fyri at svara. 

Verjin endaði við at spyrja mannin, hvussu nevningartingið kundi trúgva honum nú, ið frávik eru millum tað hann segði í rættinum í 2019 og í dag. 

Maðurin svaraði, at vitnisfrágreiðingin í 2019 var undir tvingsli, og at hann tá ikki vildi hjálpa løgregluni, tí hann var súrur inn á hana. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. mai
Bolero
192020
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
192015
Sunnudag 18. mai
Kallið: "Tað bar á mál".
191902
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959