Níggju koronatilburðir í gjár

Níggju koronatilburðir í gjár
Níggju nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Mynd: Savnsmynd  
 
06.07.2021 - 14:21

Fýra persónar hava verið uttanlands.

Ein teirra fekk staðfest smittuna við komu til Føroya, meðan tríggir persónar fingu staðfest smittuna á triðja og fjórði degi.

Fimm persónar eru smittaðir í Føroyum. Fýra teirra eru partur av kendari smittuketu, meðan tað er ógreitt, hvussu tann fimti persónurin er smittaður. 

2165 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 318.521 kanningar.

793 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 767 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 25 persónar smittaðir við koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210