Triðja prikið kanska neyðugt

Triðja prikið kanska neyðugt
Møguliga verður neyðugt hjá nøkrum fólkum í Danmark at fáa triðja koronaprikið í heyst, fyri at tryggja sum flest ímóti illa smittandi Deltavirusinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.07.2021 - 06:51

- Tað er ikki óhugsandi, at nøkur fólk fara at hava tørv á triðja prikinum, fyri at betra immunverjuna. 

Soleiðis sigur Henrik Ullum, stjóri í danska Serumstovninum við DR, nú Delta-frábrigdið, sum smittar illa, ger um seg í Danmark.                        

- Um tað verða øll omanfyri 50 ár, sigur hann seg ikki vita enn. Men tað er fyri tey sum eru mest sárbær, tey elstu og tey sum hava veika immunverju, sigur hann.

Stjórin á Serumstovninum leggur kortini dent á, at Serumstovnurin hevur tørv á meir vitan um delstavirusið, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775