Juni var heitasti mánaður í søgu USA

Juni var heitasti mánaður í søgu USA
Tað er ikki bara Kanada, sum er rakt av hitabylgju. Eisini í Kalifornia í USA er nógvur hiti, og hann er um at seta met
Sløkkiliðsfólk til arbeiðis í Death Valley
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
11.07.2021 - 16:47

Í gjár vórðu mátað 47,2 hitastig í Las Vegas, og í oyðimørkini, Death Valley, var hitin 54 stig fríggjadagin, sambært veðurtænastuni, National Weather Service. Í 1913 vóru 57 hitastig mátað í Death Valley, - tað  hægsta, sum nakrantíð er mátað á jørðini. 

Umleið 500 km. í útnyrðing úr oyðimørkini eru stórir skógareldar í Kalifornia, - nærindis markinum til Nevada. Eingi tekin eru um, at eldurin minkar í skógarlendinum kring Sierra Nevada, og fríggjadagin og leygardagin breiddi eldur seg til tvífalt so stórt øki. 

Nógvur vindur saman við ógvusligum hita ger arbeiðið hjá sløkkiliðum trupult. Heitt verður á íbúgvar um at brúka minni vatn og streym. 

Hitamátingar eru gjørdar í USA í 127 ár, og juni í ár er heitasti mánaður í søgu USA, skrivar AP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659