Uppsetingin av vindmyllum á Gellingarkletti verður ikki steðgað

Uppsetingin av vindmyllum á Gellingarkletti verður ikki steðgað
Vinnukærunevndin hevur boðað Magn frá, at kæran ikki fær steðgandi virknað, og tí kann arbeiðið at seta vindmyllurnar upp á Gellingarkletti í Hoyvíkshaganum halda fram
Mynd: Savnsmynd  
 
13.07.2021 - 11:28

Arbeiðið við at seta vindmyllur upp á Gellingarkletti í Hoyvíkshaganum kann halda fram.

Vinnukærunevndin hevur boðað Magn frá, at grundarlag ikki er fyri at loyva steðgandi virknaði, tí serligar umstøður ikki eru í málinum, ið tala fyri, at kæran fær steðgandi virknað.

Magn kærdi avgerðina hjá Umhvørvisstovuni at geva Vindrøkt, Effo og bóndanum á Vatnaskørðum loyvi til at seta seks vindmyllur upp á Gellingarkletti.

Loyvið varð givið seinast í mars.

 

Steðgandi virknað

Magn bað Vinnukærunevndina um at steðga arbeiðinum, meðan kæran verður viðgjørd.

Magn kærdi 5. mai.

Nú hevur Vinnukærunevndin so boðað Magn frá, at kæran ikki fær steðgandi virknað, og tí kann arbeiðið halda fram.

 

Skeivar útrokningar

Men kæran fevnir um meir enn tað, tí Magn tvíheldur um, at útrokningarnar sum vóru í tilboðnum hjá Vindrøkt og hinum, eru skeivar, og tí átti Magn at fingið loyvið at seta myllurnar upp.

Tann parturin av kæruni er ikki avgreiddur, og Vinnukærunevndin heldur fram við at viðgera tann partin, upplýsir Kærustovnurin. Nær ein avgerð verður tikin um tann partin, ber ikki til at siga í løtuni, verður upplýst.

Yvirfriðingarnevndin gav av fyrstan tíð loyvi til myllurnar á Gellingarkletti.

 

142,5 metrar heldur enn 150

Men tá Vindrøkt søkti um at seta seks vindmyllur upp, sum vóru 150 metrar høgar, havnaði Yvirfriðingarnevndin umsóknini.

Tað var 16. apríl.

Vindrøkt lat eina nýggja umsókn inn 23. juni, har hæddin á vindmyllunum var 142,5 metur.

Tað fekk Vindrøkt loyvi til.

 

Vindmyllur mugu ikki skemma

Vindrøkt skal eisini hampa økið rundan um fótin á vindmyllunum, so tær fella inn í landslagið. 

Yvirfriðingarnevndin segði í avgerðini, at nevndin leggur sambært nátturúfriðingarlógini stóran dent á, at vindmyllurnar ikki skemma landslagið. 

Magn vil í løtuni ikki gera viðmerkingar til avgerðina hjá Vinnukærunevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337