Drotningavitjanin verður ikki avlýst

Drotningavitjanin verður ikki avlýst
Ein kanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið, vísti, at 40 prosent av føroyingum halda, at drotningavitjanin eigur at útsetast. Men løgmansskrivstovan avlýsir ikki
 
13.07.2021 - 16:54

Margreta drotning kemur til Føroya í annaðkvøld.

Tað váttar løgmansskrivstovan.

Nógv kjak hevur stungið seg upp um drotningavitjanina, tí smittutølini í Føroyum hava verið vaksandi, og onnur tiltøk, ið savna nógv fólk, eru avlýst seinastu dagarnar.

Eitt nú eru øll tiltøk, ið skuldu vera í Reinsarínum hesa vikuna, avlýst. Vestanstevnan, sum skuldi vera komandi vikuskifti, er eisini avlýst eftir tilmælum frá heilsumyndugleikunum.

 

Skráin verður tillagað

Drotningavitjanin verður ikki avlýst, men skráin verður tillagað nakað - eisini tí at kongaskipið Dannebrog fekk maskinskaða sunnudagin, og ikki verður við á ferðini.

Men hóast onnur tiltøk verða avlýst, so sigur løgmansskrivstovan í skrivligum boðum, at heilsufakligu myndugleikarnir siga, at tað er í lagi at skipa fyri vitjanini, hóast onnur tiltøk verða avlýst.

 

Løgmaður vil ikki tosa um drotningina                  

Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá løgmanni, men Bárður á Steig Nielsen vil ikki gera samrøðu við útvarpið um drotningavitjanina.

Ein kanning sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið fríggjadagin vísti, at 40 prosent av føroyingum halda, at drotningavitjanin skal vera sum ætlað, meðan onnur 40 prosent halda, at drotningavitjanin eigur at útsetast.

20 prosent søgdu seg ikki vita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985