Finnast ikki orð fyri oyðileggingarnar

Finnast ikki orð fyri oyðileggingarnar
Angela Merkel skelkað av oyðileggingunum av vatnflóðini
 
19.07.2021 - 08:05

Týski samveldiskanslarin Angela Merkel vitjaði í gjár bygdina Schuld í Rheinland-Pfalz, sum er illa farin av vatnflóðini seinastu dagarnar.

- Týska málið hevur næstan ikki orð fyri hesar oyðileggingarnar. Hetta er ein surrealistisk, næstan óverulig støða. Men vit skulu syrgja fyri, at verðin aftur verður vanlig, stig fyri stig, segði Angela Merkel.

Talið av deyðum eftir vatnflóðina í Týsklandi var í gjár komið upp á 159. Harumframt hava í minsta lagi 31 fólk í Belgia latið lív í vatnflóðini.

- Mikudagin fer stjórnin at koma við einum hjálparátaki. Tað snýr seg bæði um stuttsiktaði kreppuátøk og um hjálp til at byggja upp aftur, sum fer at taka tíð, segði Angela Merkel og legði afturat, at vit øll eiga at taka størri atlit til veðurlagið, enn vit hava gjørt seinastu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037