Drotningin: "Eg ætli mær aftur til Føroya"

Drotningin: "Eg ætli mær aftur til Føroya"
Margretha drotning vónar, at hetta ikki var hennara seinasta vitjan í Føroyum, tí sjálv ætlar hon sær aftur
Drotningin var glað fyri vitjanina og tóktist væl uppløgd á tíðindafundinum
Mynd: DR.DK  
 
19.07.2021 - 10:39

Drotningin er sera glað fyri vitjanina í Føroyum. Tað segði hon á tíðindafundinum, sum hennara hátign helt úti í Tinganesi. 

Drotningin varð spurd, um tað nakrantíð var upp á tal at avlýsa ferðina til Føroya orsaka av koronastøðuni. 

Tað svaraði drotningin, at tað hevði tað ikki. Og hon gjørdi vart við, at hon hevði stóra tiltrúgv til, at myndugleikarnir í Føroyum høvdu tamarhalda á koronastøðuni og drotningavitjanini. 

Tað hevði frøtt drotningina at síggja, hvussu væl tað gongur í Føroyum, og hon var sera hugtikin av teimum frambrotum, sum vóru hend, síðani hon vitjaði í Føroyum seinast, eitt nú Eysturoyartunnilin, sum gjørdi tað lætt at koma runt  í Føroyum. 

Drotning helt eisini, at tað kanska beinleiðis hevði verið ein fyrimunur, at Kongaskipið Dannebrog fekk maskinskaða og ikki kundi luttaka í vitjanini, tí tað hevði givið henni høvi at síggja Føroyar eitt sindur øðrvísi, tí hon bleiv koyrd til flestu støðini, hon vitjaði.

 

Ikki seinasta vitjanini

Drotningin varð eisini spurd, um hon væntar at koma aftur til Føroya, og tað vónar hon. 

"Tað má vísa seg, nær eg komi aftur, tí aldur kann eg ikki renna undan, men eg ætlaði ikki, at hetta skal vera mín seinasta vitjan í Føroyum."

Tíðindafólkini spurndu nógv inn til aldurin, og hvussu hon kann blíva við at orka vitjanir við so mikið rúgvusmiklari ská. Drotningin dansaði lættliga tvørtur um spurningarnar um aldurin. 

 

Donsk børn læra ov lítið um Føroyar

Margretha drotning segði eisini á tíðindafundinum, at hon hugsaði nógv um, hvussu tað gekk í Føroyum og Grønlandi, og tað var nakað, hon altíð hevði gjørt.  

"Eg lærdi tíðliga nógv um Føroyar og Grønland í skúlanum, men eg eri ikki vís í, at donsk børn í dag vita líka nógv um Føroyar og Grønland og fólkini, sum har búgva. Fleir danir burdu verið meira tilvitaðir um Føroyar og føroyingar," segði drotningin, ið tóktist væl uppløgd á tíðindafundinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878