Trý listafólk fingu riddarakross

Trý listafólk fingu riddarakross
Eivør Pálsdóttir, Teitur Lassen og Edward Fuglø vóru millum tey seks, sum í gjár fingu riddarakross frá drotningini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.07.2021 - 14:48

Trý listafólk vóru millum tey seks fólkini, ið fingu riddarakross frá Margretu drotning í gjár. Tónleikararnir Eivør Pálsdóttir og Teitur Lassen fingu hvør sín riddarakross og listamaðurin Edward Fuglø fekk eisini riddarakross.

Hini trý vóru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Sólja í Ólavsstovu, fyrrverandi løgtingsins umboðsmaður og Lars Foodgaard Møller, landslækni.

Hetta upplýsir Ríkisumboðið í dag. Listin verður kunngjørdur á heimasíðuni hjá kongshúsini seinni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723