Hellutangi stendur enn

Hellutangi stendur enn
Tvær royndir at flota fóðurflakan í gjár miseydnaðust, og nú verður mett um, hvat gerast kann aftrat
Royndirnar at flota Hellutanga í gjár miseydnaðust eisini, men gronin og helvtin av flakanum fór uppfrá.
Mynd: Hiddenfjord  
 
26.07.2021 - 16:42

- Vit hava gjørt tað, ið serfrøðingarnir hava rátt okkum til, men hetta hevur ikki verið nóg mikið. Nú fara vit at meta um, hvat gerast kann.

Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, um støðuna við fóðurflakanum Hellutanga.

Aftur í gjár varð roynt at flota fóðurflakan tvær ferðir.

Blástu luft 

2.000 tons av uppdrift fingust við at blása luft í m.a. lastina og síðutangar. Eisini vórðu boyur festar á afturskipið.

Atli Gregersen sigur, at tey væntaðu, at hetta varð nóg mikið til at flota flakan og toga hann av. Gronin og helvtin av flakanum fóru uppfrá, men afturskipið hekk eftir. 

Á flóðini fyrrapartin varð roynt at hála Hellutanga út eftir reyvini, og á flóðini í gjárkvøldið varð roynt at toga hann út eftir gronini.

Bóru ikki á mál

Gøtunes hjá Varðanum, Samson og Pressarin hjá MEST umframt Brimil settu á við fullari megi, men hvørgu ferðina flutti flakin seg. Tískil bóru royndirnar í gjár heldur ikki á mál.

- Vit hava nú gjørt tað, ið okkara serfrøðingar hava rátt okkum til. Hetta hevur tíverri ikki verið nóg mikið, og vit fara nú at meta um, hvat gerast kann, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, í tíðindaskrivi seinnapartin. 

>>SAMRØÐA VIÐ ATLA GREGERSEN Í TÍÐINDUNUM. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040