Fýra fráboðanir um harðskap

Fýra fráboðanir um harðskap
Í einum føri fekk ein kvinna frammaná, og í einum øðrum føri fóru faðir og sonur til hendurs
Fleiri harðskapsmál í nátt eru meldað til politiið.
 
30.07.2021 - 13:48

Løgreglan hevur fingið fýra fráboðanir um harðskap í nátt. Í eina førinum var talan um rættiliga grovan harðskap.

Tað var í miðbýnum í Havn um hálvgum trý tíðina, at ein maður varð sparkaður í høvdið. Hann fór á Landssjúkrahúsið, har hann varð seymaður aftur. Maðurin fekk nakrar pentur oman fyri eygað, og fór so til hús aftur.

Tann, sum framdi harðskapin, varð avhoyrdur í morgun, eftir at hann hevði sovið rúsin av sær. Maðurin er skuldsettur, men latin leysur aftur.

Kvinna frammaná

Í einum øðrum føri fekk ein kvinna ein frammaná. Tað var um hálvgum fimm tíðina í morgun. Løgreglan veit, hvør gerningsmaðurin er, og viðkomandi skal avhoyrast.

Í triðja førinum vóru faðir og sonur farnir til hendurs. Fólk løgdu uppí fyri at skilja sundur. Sonurin fær 800 kr. í bót fyri at órógva friðin á almennum staði. 

Í fjórða førinum hevur ein maður ringt til løgregluna og boðað frá, at hann ætlar at melda ein annan fyri harðskap, tí hann hevði fingið frammaná. Løgreglan hevur tó ikki hoyrt aftur frá honum enn. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210