Rasisma ikki gerandiskostur í føroyskum fótbólti

Rasisma ikki gerandiskostur í føroyskum fótbólti
Tað eru fleiri ár síðani, at Fótbóltssambandi fekk klagu um rasismu hjá spælarum ella áskoðarum, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF
Mynd frá mótmælistiltaki í Tórsgøtu við heitinum Black Lives Matter.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.08.2021 - 12:14

HB skal nú rinda 10.001 krónur í bót fyri eitt mál, har ein áskoðari rópti ókvæmisorð eftir einum leikara hjá KÍ, sum hevur myrkan húðarlit. Tað er niðurstøðan hjá Aganevndini hjá Fótbóltssambandinum. Harumframt skal 1. deildarliðið hjá HB-kvinnum spæla næstu 3 dystirnar uttan áskoðarar. Hendingin fór fram tann 25. apríl, tá 1. deildar kvinnurnar hjá HB spældu móti KÍ í Gundadali. HB hevði heimavøll, og tí hevur Havnar Bóltfelag ábyrgdina av vælferðini hjá leikarum, dómarum, og øðrum sum hava tilknýti til dystin - millum annað, at viðhaldsfólkini bera seg sømiligt at, stendur í úrskurðinum frá Aganevndini.
 

Hetta er ikki gerandiskostur hjá Fótbóltssambandinum. Christian Andreasen, forseti í FSF sigur, at vit skulu fleiri ár aftur í tíð fyri at finna seinasta dømi um eitt mál um rasismu, sum er endað á borðinum hjá FSF. 

Reglurnar eru herdar seinastu árini, og FSF hevur bundið seg til altjóða krøv um rasismu. Í fjør vóru reglurnar um leikbann broyttar so, at um ein leikari verður tikin fyri at útinna rasistiskan atburð, so fær leikarin 10 dagar leikbann. 

- Feløgini eiga at reagera, tá ið slík viðurskifti verða uppdagað og steðga tí beinan vegin, sigur Christian Andreasen. Hinvegin vísur hann á, at tað er trupult at síggja, hvat eitt felag kann gera í slíkum málum. Men í øðrum londum ganga fólk runt, sum feløgini ikki vita av, og kanna um slíkur atburður gongur fyri seg, men har eru vit ikki komin í Føroyum enn, heldur Christian Andreasen. 

HB hevur ikki tikið málið upp við viðkomandi áskoðaran. Um tað er rætt ella ikki, vil FSF ikki blanda seg uppí, sigur Christian Andreasen- 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935