200 milliónir havt koronu

200 milliónir havt koronu
Meir enn 200 milliónir fólk kring heimin hava nú verið smittað við koronu
Mynd: Savnsmynd  
 
05.08.2021 - 12:07

Ein uppgerð frá Johns Hopkins University vísir, at 200 milliónir fólk kring heimin hava verið smittað við koronu. 

Talan er um skrásettar smittutilburðir, og tískil kann veruliga talið av smittaðum vera nógv hægri, tí fólk kunnu hava verið sjúk uttan at hava fingið smittuna staðfesta.

Tað er serliga útbreiðslan av Delta-frábrigdinum, sum nú hevur fingið talið av smittaðum at vaksa skjótari.

Tað er gingið tvífalt so skjótt at koma frá 100 til 200 milliónir smittað, sum tað gekk frá 0 til 100 milliónir, skrivar The New York Times.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938