161 fólk blivu koppsett í skúlanum á Giljanesi

161 fólk blivu koppsett í skúlanum á Giljanesi
Borgarstjórarnir á Vágum er væl nøgdir við uppmøtingina, tá tað í gjár varð skipað soleiðis fyri, at fólk kundu blíva koppsett í Skúlanum á Giljanesi
 
12.08.2021 - 19:23

161 fólk blivu koppsett í skúlanum á Giljanesi í gjár.

99 fólk bóðu um tíð, og 62 stukku inn á gólvið seinnapartin.

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvági, og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, siga, at tey eru sera væl nøgd við átakið.

Um 21 dagar kemur koppsetingartoymið aftur í Vágar at geva seinna prikið. Tá verður eftir ætlan eisini støkk inn koppseting.

 

Tveir tilburðir í gjár

Heimasíðan corona.fo skrivar, at í gjár vóru tveir koronatilburðir, og tað vórðu 301 fólk koppsett.

145 fólk fingu fyrra prikið og 156 fólk fingu tað seinna.

Nú hava 35.793 fólk - 67,1 prosent - fingið fyrru koppsetingina. 32.602 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Tað svarar til 61,1 prosent av samlaða fólkatalinum í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423