Kanada: Øll almenn starvsfólk skulu koppsetast

Kanada: Øll almenn starvsfólk skulu koppsetast
Hetta er besti mátin at steðga farsóttini, samstundis sum búskapurin verður ávirkaður sum minst, siga myndugleikarnir
Øll almenn starvsfólk í Kanada skulu koppsett fyri koronu.
 
14.08.2021 - 11:21

Kanadiska stjórnin krevur nú, at øll 300.000 almennu starvsfólkini í landinum skulu verða koppsett fyri koronu, áðrenn oktober mánaður er umliðin.

Kravið um koppseting verður eisini galdandi fyri flestu ferðafólk við flogfari, toki og skipi.

- Hetta er besti mátin at steðga farsóttini, samstundis sum búskapurin verður ávirkaður sum minst, siga myndugleikarnir sambært Reuters.

Smittan nógv vaksin

Deltafrábrigdið hevur við sær, at smittan í Kanada er nógv vaksin seinastu tíðina. 

Samveldisstjórnin er størsti einstaki arbeiðsgevari í Kanada. 

Ein uppgerð hjá Johns Hopkins universitetinum vísir, at 63 prosent av fólkinum í Kanda eru koppsett. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655