Jarðskjálvtin í Haiti kravt 1300 mannalív

Jarðskjálvtin í Haiti kravt 1300 mannalív
Landið er lýst í undantaksstøðu í ein mánað
Jarðskjálvtin í Haiti hevur kravt 1300 mannlív og hevur gjørt stóran materiellan skaða.
Mynd: AP  
 
16.08.2021 - 14:11

Jarðskjálvtin í Haiti um vikuskiftið hevur kravt umleið 1300 mannalív, og 5.700 fólk eru løstað.

Sjálvtin varð mátaður til 7,2 á Ricther-stiganum og gjørdi stóran materiellan skaða.

Jarðskjálvtamiðdepilin var 125 kilometrar uttan fyri høvuðsstaðin, Port au-Prince, har 2,9 milliónir fólk búgva. 

Fyri einum mánaði síðani varð forsetin í Haiti, Moise, dripin.

Undantaksstøða

Sitandi forsetin í landinum, Ariel Henry, hevur lýst undantaksstøðu í ein mánað, og hann hevur heitt á grannalondini um hjálp.

USA og ST royna at bjarga fólki, sum eru komin illa fyri av jarðskjálvtanum. Harumframt hava Kuba og Dominikanska lýðveldið lovað at at senda 250 læknar til Haiti, umframt mat og heilivág.

Sum jarðskjálvtin ikki var nóg mikið, tí nú hevur ein tropisk ódn kós móti Haiti, og hon fer at gera støðuna uppaftur verri, sigur Ariel Henry, forseti.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659