Magnus avloysir Helga

Magnus avloysir Helga
Erhard Joensen verður nýggjur formaður í fíggjarnevndini
Magnus Rasmussen er nýggjur landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.08.2021 - 10:05

Helgi Abrahamsen hevur lagt frá sær sum landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum og fer aftur í løgtingið.

Nýggjur landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum verður Magnus Rasmussen, løgtingsmaður.

Samstundis verða broytingar gjørdar í nevndarbýtinum hjá Sambandsflokkinum í løgtinginum.

Nýggjur formaður í fíggjarnevndini fyri Magnus Ramussen, sum nú fer í landsstýrið, verður Erhard Joensen.

Helgi Abrahamsen fær sæti í rættarnevndini, og Edva Jacobsen verður limur í trivnaðarnevndini.

Hoyr tíðindafundin í Tinganesi her.

Tidindafundur

Helgi Abrahamsen er farin úr landsstýrinum og verður nú løgtingsmaður.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037