Samráðast enn um Hoydalar

Samráðast enn um Hoydalar
Fæst semja um um makaskiftið, verður málið lagt fyri tingið, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður
Samráðst verður enn um makaskiftið millum Tórshavnar kommunu og landsstýrið
 
19.08.2021 - 10:36

Samráðingar eru enn millum Mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu um makaskiftið í Hoydølum og á Frælsinum í Havn.

Samráðingarnar eru um, at Tórshavnar kommuna fær økið í Hoydølum kring gráa skúlabygningin og landið fær tað, sum kommunan  eigur á Frælsinum, har sum Venjingarskúlin er.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum hevur svarað Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um landsins ogn í Hoydølum.

Landið skal brúka økið á Frælsinum til kampus til Fróðskaparsetrið.

Samráðingarnar um makaskiftið eru ikki lidnar enn.

Um, og tá, endalig semja fæst við Tórshavnar kommunu um makaskiftið, verður málið lagt fyri løgtingið, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928