Útróðrarbátarnir fáa minni

23.08.2021 - 13:07
Innlendis›Vinna
Útróðrarbátarnir fáa minni
Útróðrarmenn seta álitið á útróðurin í heyst
Utróðurin um heystið plagar at taka seg upp um hálvan september.

Væl minni er at fáa hjá útróðrarbátunum nú, enn tað hevur verið seinastu árini.

Tí seta útróðrarmenn álitið á útróðurin í heyst, sum plagar at taka seg upp um hálvan september.

Tað eru um 15 bátar í bólki 4, sum eru bátar oman fyri 40 tons, og millum 200 og 300 bátar í bólki 5, sum eru smærru útróðrarbátarnir.

Fyri at vera fult rikin útróðrarbátur, skal avreiðast fyri 200.000 kr., um árið.

Hoyr samrøðu við Finnbjørn Vang, formann í Meginfelag Útróðrarmanna, í útvarpstíðindunum.

Finnbjørn Vang er formaður í Meginfelag Útróðrarmanna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442