Noreg og Svøríki byggja felags løgreglustøð

Noreg og Svøríki byggja felags løgreglustøð
Brotsverk hava eingi landamørk, sigur norski løgmálaráðharrin
Monica Mæland er løgmálaráðharri í Noregi.
 
24.08.2021 - 15:15

Noreg og Svøríki fara byggja felags løgreglustøð á markinum millum londini bæði.

Tað sigur norski løgmálaráðharrin, Monica Mæland.

Nýggja støðin verður á markinum millum Eidskog í Innlandet og Eda í Värmland.

- Tað snýr seg um at fyribyrgja og berja niður álvarslig brotsverk, og brotsverk hava eingi landamørk, sigur Monica Mæland.

Hava bíðað leingi

Í juli mánaði mælti stýrið fyri løgregluna í eini frágreiðing til eina støð á markinum, og tað er nú samtykt.

Løgreglan hevur leingi bíðað eftir slíkari løgreglustøð. 

Í Innlandet, sum er nýggja fylkið fyri Hedmark og Oppland í Noregi, eru 36 marknalið, og tað er meira enn helvtin av øllum marknaliðum í Noregi.

- Vit fáa nú eitt størri yvirlit yvir brotsverk, sum fara um markið, sigur Arne Hammersmark, varapolitimeistari í Innlandet.

Betri upplýsingar

Hann sigur, at samstarv undir somu lon gevur betri upplýsingar, betri kanningararbeiði og betri fyribyrgjandi arbeiði.

- Vit halda, at felags løgreglustøð er framtíðar mátin fyri samstarv hjá løgregluni í tveimum londum, sum líkjast so nógv. Aðrastaðni í Evropa er eisini slíkt samstarv, sum hevur givið góð úrslit, sigur Hammersmark við norska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847