ST: Taliban beinir fyri fólki uttan rættargongd

ST: Taliban beinir fyri fólki uttan rættargongd
- Eingin veit, hvat hendir teimum ungu og nýggju, sum stóðu á odda fyri menningin í Taliban, sigur mannarættindastjórin í ST
Michelle Bachelet er mannarættindastjóri í ST
 
26.08.2021 - 10:07

ST hevur fingið frágreiðingar um, at hernaðarligi vongurin hjá Taliban í Afghanistan ger av við fólk, uttan rættargongd.

Tað upplýsir mannarættindastjórin í ST, Michelle Bachelet, skrivar Ritzau.

- Vit hava fingið nágreiniligar frágreiðingar um, at fólk verða myrd, uttan at hava verið fyri í nøkrum rætti, og kvinnur hava eisini mist síni rættindi  í fleiri landspørtum, sigur hon.

Bachelet kom ikki nærri inn á frágreiðingarnar, tá hon helt røðu í ST, men hon mælti til, at fylgt verður neyvt við framferðini hjá Taliban í Afghanistan.

Stúra fyri framtíðini

Sendiharrin hjá frákoyrdu stjórnini í Afghanistan í ST, Nasir Ahmad Andisha, sigur við ST, at milliónir av fólkum stúra fyri framtíðini og fyri lívinum, nú Taliban hevur fingið valdið í landinum. Hann sigur at Taliban leitar eftir fólki, sum hava stuðlað undanfarnu stjórnina.

Hann mælir til at skipa eina breiða stjórn í Afghanistan, tí tað er einasta loysn fyri framtíðina hjá landinum.

Sambært mannarættindastjóranum í ST, hava kvinnur fingið boð um at halda seg við hús, og gentur fáa ikki loyvi at ganga í skúla.

Børn bera vápn

Hon upplýsti eisini, at Taliban als ikki góðtekur nøkur mótmæli, og at børn hava fingið boð um at venja seg at bera vápn.

- Eingin veit, hvat hendir teimum ungu og nýggju, sum stóðu á odda fyri menningin í Taliban, sigur Bechelet.

Ein talsmaður fyri Taliban segði í farnu viku, at øll, sum vóru í starvi hjá undanfarnu stjórnini, fáa frið, og hann mælti teimum til at fara aftur til arbeiðis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985