Biden: Tit skulu gjalda fyri hetta

Biden: Tit skulu gjalda fyri hetta
Ongantíð seinastu 10 árini eru so nógvir amerikanskir hermenn falnir ein dag sum í atsóknini í Kabul í gjár
Joe Biden, forseti, sigur, at Islamskur statur, sum framdi atsóknirnar í Kabul í gjár, skal ikki vinna.
 
27.08.2021 - 09:18

13 amerikanskir hermenn lógu eftirá í bumbuatsóknunum í Kabul í gjár. Harumframt vórðu 18 amerikanskir hermenn særdir, sigur Bill Urban, herovasti.

Ongantíð seinastu 10 árini eru so nógvir amerikanskir hermenn falnir ein dag. 6. august í 2011 fullu 30 amerikanskir hermenn í álopi, skriva fleiri amerikanskir miðlar.

Samstundis er tað halvtannað ár síðani, tann seinasti amerikanski hermaðurin fall í Afganistan. Tað var í februar í fjør, stutt fyri at USA og Taliban gjørdu eina friðaravtalu.

Hóast álopið var ógvisligt, so heldur USA fram við at flyta fólk úr Afghanistan. Pentagon uppýsir, at umleið 1.000 amerikanskir ríkisborgarar framvegis eru í landinum.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, helt røðu í gjárkvøldið.

Hann segði, at tey, sum fullu í gjár, virkaðu fyri at tryggja okkum øðrum frælsi.

Vit koma eftir tykkum

- Vit fara ikki at fyrigeva, vit fara ikki at gloyma, vit koma eftir tykkum, og tit skulu gjalda fyri hetta, segði hann.

Forsetin gjørdi vart við, at USA fer at halda fram við at flyta fólk úr Kabul.

- Islamskur Statur skal ikki vinna, segði Joe Biden.

Islamskur Statur hevur tikið ábyrgdina av báðum atsóknunum í Kabul í gjár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115