Fólk við seinheilaskaða fáa munandi betri tilboð

27.08.2021 - 13:40
InnlendisHeilsa
Fólk við seinheilaskaða fáa munandi betri tilboð
Nýggjur depil í Klaksvik verður tikin í nýtslu um ársskiftið 2022-2023
Edvard Heen er stjóri í Almannaverkinum

Fólk, sum eru rakt av seinheilaskaða, fáa eitt munandi betri tilboð, nú ein depil verður gjørdur í Klaksvík, har fleiri tilboð og fakfólk vera, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.

Umleið 40 fólk í Føroyum eru rakt av seinheilaskaða hava tørv at sleppa á okkurt heim. Sum er, fara tey á ymisk heim ymsastaðni kring landið.

>>>REIÐARÍ LEIGAR BYGNING TIL ALMANNAVERKIÐ, sí innslag her<<<

Tað er reiðaríið Christian í Grótinum, sum fer at seta NEMA-bygningin á Stangavegi 53 í Klaksvík í stand.

Væntandi verður depilin klárur at taka í nýtslu um ársskiftið 2022 - 2023. Almannaverkið fer at leiga frá Christiani í Grótinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097